EVF

Fríggjadagin 10. november 2017 var Vinnuting hildið hjá Frakt & Sand í Runavík. 50 luttakarar møttu til tiltakið.

Á skránni vóru tveir fyrilestrar. Álvur Højgaard, stjóri í Frakt & Sand, greiddi frá hvussu fyritøkan hevur flutt seg ígjøgnum tíðirnar. Og Marius Thomassen, ráðgevi hjá handverksmeistarafeløgunum í Føroyum, greiddi frá arbeiðinum í Føroya Handverksmeistarafelag.

Frakt & Sand bleiv stovnað í 1966. Tá keyptu stovnararnir eina gamla slupp úr Havn, og við henni grabbaðu teir sand og vóru við í føroysku byggivinnuni. Teir bygdu kaiir, vóru við til at byggja útoyggjarnar út og veittu byggitilfar til skúlar og annað. Hetta arbeiðið helt áfram í nógv ár, men tá kreppan kom í 1992 hevði Frakt & Sand lítið av arbeiði, teir vóru tá við til at gera havnarlagið úti í Heysti. Men tá arbeiðið í Heysti var liðugt í 1993 fingu teir ikki fleiri arbeiðir.

Fyritøkan slapp tá framat arbeiðum í Danmark og arbeiddi har í 9 ár. Hon var m.a. við til at byggja terminalin hjá AP Møller, Maersk í Århus saman við donskum byggifelag, umframt Stórabeltsbrúnna og onnur arbeiði. Men so kom ein tíð við minkandi arbeiði í Danmark og Frakt & Sand vendi heim aftur við virkseminum.

Í 2001 byrjaði felagið at føra nakað av fóðri fyri Havsbrún, men tá kreppa kom í alivinnuni í 2003-2004, minkaði virksemið nógv. Felagið helt tó út og hevur verið í alivinnuni saman við Havsbrún síðan tá, og hevur hetta haft stóran týdning fyri hvar ið fyritøkan er í dag.

Í 2006 var ættarliðsskifti í Frakt & Sand, tá Álvur og hinir tríggir brøður hansara tóku yvir fyritøkuna frá pápa teirra, Niclasi Højgaard. Tá brøðurnir yvirtóku fyritøkuna avgjørdu teir at broyta virksemi og ikki halda áfram við sama virksemi sum hevði verið. Teir valdu tí at fara burturúr entreprenør og byggivinnuni og heldur miðsavna seg um alivinnuna, og vunnu í 2009 ein sáttmála hjá Havsbrún, hvar ið teir skuldu føra alla rávøruna sum brúkt bleiv til at framleiða alifóður. Hetta var byrjanin til nakað gott og gjørdi at fyritøkan fekk ferðina upp og hevur ment seg til tað sum hon er í dag. Afturat hesum so vann Frakt & Sand í 2013 ein sáttmála um allan flutningin hjá BioMar, sum er eitt stórt  norskt felag sum ger alifóður eins og Havsbrún. Og hendan flutningin hava teir enn.

Frakt & Sand er í dag ein flutnings- og tænastufyritøka, sum gongur høgt uppí at veita tænastu á høgum støði. Høvuðssæti hjá fyritøkuni er í Runavík, men í 2015 lat ein skrivstova eisini upp í Noregi. Hjá Frakt & Sand arbeiða 100 fólk og fyritøkan eigur átta skip umframt at tvey skip altíð eru innleigaði. Í 2017 kemur fyritøkan samlað at selja fyri DKK 170 mio.

Tá fyritøkan skuldi víðka upp ímóti alivinnuni valdi fyritøkan at taka íleggjarar inn, fyri at fíggja vøksturin. Tí eiga Højgaards brøðurnir í dag 60% av fyritøkuni ímeðan íløgufelagið Royndin eigur 35% og Framtak 5%. Í norska felagnum Navigare Logistic eiga brøðurnir helvtina ímeðan norski stjórin eigur hina helvtina.

Virksemið hjá Frakt & Sand er spjatt yvir stóran part av Europa. Umframt í Norra og Føroyum, so er virksemið eisini í Norður Frankaríkið, í Baltikum, í Englandi, Íslandi og Svøríki. Fordeilingin av virkseminum er áleið hendan:

-         38% mjøl og fóður fyri Biomar
-         19% fóður fyri Havsbrún
-         12% fiskamjøl úr Íslandi til Noregs
-         8% grús til byggivinnuna í Føroyum
-         23% aðrar uppgávur

Tað sum flest fólk nokk kenna Frakt & Sand fyri er sandgoymslan í Runavík. Tó er Sandgoymslan tað sum fyllir minst í fyritøkuni, bert áleið 2%. Hóast hetta fær fyritøkan eina ávísa optimering við at hava sandgoymsluna við tað at siglt kann verða inn í Føroyum á veg til Íslands fyri at sleppa undan spilltíð. Somuleiðis hevur goymslan týdning fyri at fyritøkan kann lata eina tænastu til økið, við at selja sand og skerv til byggivinnuna, kommunurnar og til privatfólk.

Tað sum Frakt & Sand hevur serútbúgvi seg til, er at kunna lasta upp í fýra ymiskar bulk vørður ísenn. Teir hava flytbar skottir í lastini soleiðis at vørurnar ikki koma í samband við hvørja aðra. Til ber t.d. at hava hveiti í mittastu lastini, og so okkurt annað frammanfyri og okkurt triðja í aftaru lastini. Hetta ger at kundin kann fáa prísin niður, tí at bátarnir kunna føra eina stóra nøgd hóast hvør kundi ikki hevur so nógv at føra.

Frakt & Sand hava bygt eina mjølgoymslu á Karmoy í Noregi saman við norskum samstarvspartnara, Biomar og kommununi í økinum. Somuleiðis hava teir bygt eina kaj til goymsluna. Mjølgoymslan er 15.000 fermetrar og er innrættað við 22 hallum, soleiðis at tað ber til at hava 22 ymisk sløg av mjøli inni ísenn. Tá høllin er full tekur hon 30.000 tons. Álvur segði at mjølgoymslan hevur haft sera stóran týdning fyri fyritøkuna, tí áðrenn teir fingu hana máttu skipini hjá felagnum sigla inn á ymisk millumlagur. Hetta hevði við sær at tað ofta tók fýra og heilt upp í seks dagar at umlasta eitt skip. Í dag tekur tað ein og hægst tveir dagar at gera tað sama.

Eftir frágreiðingina frá Álvi greiddi Marius Thomassen ráðgevi hjá Føroya Handverksmeistarafelag frá arbeiðinum í felagnum. Marius segði, at arbeiði hjá felagnum endurspeglar gongdina í byggivinnuni, sum var tað, sum vit vóru áhugaði at fáa eina frágreiðing um. Fyri tey, sum ikki longu vita tað, so er Handverksmeistarafelagið eitt arbeiðsgevarafelag, sum hevur, saman við Føroya Arbeiðsgevarafelag, ábyrgdina av sáttmálunum við handverkarafeløgini.

Fyrsta umrøðuevni, sum Marius kom inn á, var um sjálvt arbeiði, tað sum byggivinnan er um - tað at bygningar koma upp at standa, at byggiharrar vilja hava ein bygning og so koma byggifyritøkur inn og seta hann upp. Her samstarva Føroya Handverksmeistarafelag og Byggiharrasamtak Føroya um ABF06, sum er avtalugrundarlagið ímillum partarnar. Ráðgeving í ABF06 er eitt av høvuðsarbeiðsumráðunum hjá Handverksmeistarafelagnum.

Tá arbeiði verða boðin út, er tað lisitatiónslógin, sum er galdandi. Tað kemur fyri, at Føroya Handverksmeistarafelag, vegna limir sínar, vísir á, um eitthvørt í útboðstilfarinum ikki er í tráð við lisitationslógina, men hetta er tíbetur sjáldsamt.

Handverksmeistarafelagið er í løtuni í ferð við at gera nakrar felags treytir saman við Byggiráðsamtakinum og Ráðgevarafelagnum. Hetta fyri at fáa útboðini, sum koma ymsa staðni frá, at síggja so eins út sum møguligt, tó við nøkrum specifikatiónum til hvørja verkætlan sær, tí at verkætlanirnar eru sjálvandi ikki heilt eins. Tað arbeiði verður væntandi liðugt í ár og so verður samráðst um tað næsta ár.

Tað er stórur eftirspurningur eftir arbeiðsmegi í føroysku byggivinnuni í løtuni. Hetta hevur sambært Búðskaparráðnum viðført lønarglíðingar, av tí at byggifyritøkur hava so nógv arbeiði niðurfyri, at tær yvirbjóða hvørja aðra fyri at fáa fatur á best skikkaðu arbeiðsmegini. Marius kom inn á, at tað almenna byggir nógv, tá tað gongur væl í samfelagnum, og lítið, tá tað gongur illa. Hetta er ein problematikkur, tí so kappast tað almenna og kommunur við tað privata um verkætlanir. Hetta er eisini ímóti øllum búðskaparligum tilráðingum sum siga, at tað almenna skal byggja í ringum tíðum og halda aftur í góðum tíðum.

Føroya Handveksmeistarafelag fylgir við, hvørjar verkætlanir eru í gongd og hvørjar kunna væntast at fara í gongd í framtíðini. Í Eysturoynni verður í løtuni m.a. bygd Sløkkiliðsstøð í Leirvík, dagstovnur verður væntandi bygdur í Eysturkommunu, nógv grundstykkir verða ella skulu útstykkjast: 16 í Leirvík, 52 á Strondum, 16 á Toftum og áleið 100 í Runavík legði borgarstjórin í Runavíkar kommunu afturat. Umframt hetta nevndi Marius eisini ítróttarøkið við Margáir, ítróttahús í Fuglafirði og Svimjihøll í Runavík.

Sum flest øll vita, so er tørvurin á íbúðum stórur í Føroyum orsakað av stóra fólkavøkstrinum. Í hesum sambandi kom Marius inn á, at sambært Bústøðum eru lutvíst ætlanir um at byggja íbúðir í Gøtu, Fuglafirði, Runavík, Skála og á Strondum. Um hesar ætlanir verða til nakað, er tó ikki vist – tað veldst um ætlanirnar, arbeiðstakarar, kostnaðar ætlanir, hóskandi grundøkir og um fíggingarmøguleikarnar hjá Bústøðum.

Tá tað eru góðar tíðir, so er arbeiðsloysið lágt. Arbeiðsloysið í august mánaða var 2,2% fyri allar Føroyar og bert 1,2% í Eysturoynni. Tað merkir, at so at siga øll arbeiða. Tí er brúk fyri at fáa útlendskar handverkarar higar at arbeiða, men tað er ikki altíð so lætt. Tað er annars soleiðis, at tá arbeiðsloysið er undir 6%, men yvir 3,5% so hava handverkarar, sum eru ES-borgarar, atgongd at koma til Føroyar at arbeiða, men trupulleikin liggur í definitiónini av einum handverkara. Hesa metingina skal danska undirvísingarmálaráðið gera, og úrslitið av hesum verður aloftast, at man skal hava eina danska handverkara útbúgving fyri at sleppa at arbeiða í Føroyum, og tað er sera óheppið. Tað er ein trupulleiki, sum Handverksmeistarafelagið roynir at loysa, men hetta gongur striltið.

Nógv ung hava valt yrkisútbúgvingar frá, tað hevur víst seg at vera ein rættiliga stórur trupulleiki og tað kemur at verða ein stórur trupulleiki í nógv ár fram. So útbúgvingar er eitt økið sum Handverksmeistarafelagið hevur valt at fokusera nógv uppá. Fleiri tiltøk eru sett í verk m.a. átakið sum eitur “Greið frá tínum yrki”, har handverkarar koma út á skúlar fyri at greiða frá møguleikunum við at velja sær yrkisleið sum handverkari. Eitt rokniheftið, sum er ætlað 8. flokki er eisini gjørt. Rokniheftið er klárt at koyra beint inn í pensum, soleiðis at ístaðin fyri at rokna abstrakt roknistykkir, so kunna næmingarnir læra um, hvat ein handverkari ger í sínum arbeiði. Skúlar kunna eisini vitja á arbeiðsplássum, og so var FM fyri handverkslærningar fyri fyrstu ferð í heyst.

Til seinast kom Marius við eini áheitan til arbeiðsgevarar um at nýta eftirútbúgvingargrunnin Vitan, tá teir eftirútbúgva og førleikamenna síni starvsfólk. Hann vísti á at tað er Føroya Handverksmeistarafelag og handverkarafeløgini, sum eiga eftirútbúgvingargrunnin Vitan, sum hevur til endamáls at eftirútbúgva handverkarar.

Næsta tiltak hjá Eysturoyr Vinnulívsfelag verður aðalfundurin í februar, nærri kunning um hetta seinni.