EVF

Ársaðalfundurin hjá EVF hildin hjá Aluplast á Rituvíkshálsi

Á ársaðalfundinum hjá EVF 20. februar 2018 bleiv sitandi nevnd afturvald. Nevndin hevur tó umskipa seg soleiðis, at fyri fyrstu fer í søgu felagsins er tað ein kvinna sum hevur evstu ábyrgd, tað er Selinda í Heiðunum sum bleiv vald til forkvinnu. Nevndin hevur skipa seg soleiðis:

Selinda í Heiðunum, forkvinna
Bergur Poulsen, næstformaður
Eyðun Hansen, nevndarlimur
Eli Lassen, nevndarlimur
Regin Jacobsen, nevndarlimur
Gunvá við Keldu, eyalimur
Helgi Johannesen, eykalimur

Eftir aðalfundin vóru tvær framløgur. Tann fyrra við Lillian Jacobsen, stjóra hjá Aluplast og seinna við Niels Winther frá Vinnuhúsinum. Ein samandráttur av framløgunum sæðst niðanfyri:

“Virksemið hjá Aluplast”, v/Lillian Jacobsen

Aluplast bleiv stovna av Schwartz Jacobsen í 1973, tá hann í smáðum byrjaði at gera plastvindeygu í Klaksvík. Síðani tá hevur fyritøkan flutt tvær ferðir, fyrst til Norðagøtu og í 2008 yvur á Rituvíksháls, har hon enn heldur til. Aluplast hevur 22 starvsfólk, fimm á kontórinum, átta í framleiðsluni, átta montørar og ein servicemann.

Aluplast hevur eina stóra og fjølbroytta framleiðslu. Tey framleiða vindeygu, hurðar, bussskýlið, havastovur, glasstovur og drívhús úr aluminium og úr plastik. Tey eru eisini veitarar av inni- og útiglasið til kontórbygningar, skilaveggir, brúsuveggir, rekkverk, og altangelendarar. Afturat hesum ber til at keypa paracelhurðar, automatikkir og skjótihurðar sum Aluplast monterar og eftirhyggir.

Vindeyguni hjá Aluplast eru umhvørvisvinarlig av tí at hita- og ljóðbjálvingin er sera góð, umframt at tey hava eina langa livitíð. Og so eru vindeyguni eisini framleidd til veðurlagið í Føroyum við rustfríðum besløgum og skrúðum.

Vindeyguni hjá Aluplast verða brúkt í bæði sethúsum og vinnubygningum, og kunnu vindeyguni framleiðast í sera nógvum sniðum og litum. Fleiri kendir vinnubygningar hava vindeyguni, harímillum kann nevnast nýggji bygningurin hjá BankNordik í Havn, har hevur Aluplast gjørt alla fasaduna og eisini teir mongu glasveggirnar sum eru inni. Arbeiði hjá BankNordik er sera væl úr hondum greitt og gekk tað eisini sera væl, og var tað teimum dugnaligu handverkarunum hjá Aluplast at takka. Aðrir bygningar sum Lillian nevndi vóru t.d. Vága Floghavn, Januar bygningurin og Reyni Service. Lillian segði at enda at Aluplast hevur 45 ára royndir og at teirra slogan tí av røttum er at: “dygdin liggur í royndum okkara”.

“Hvar bleiv vinnupolitikkurin av?” v/Niels Winther

Niels Winter, ráðgevi í Vinnuhúsinum byrjaði sín fyrilestur við at rósa Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri at verða eitt tað mest aktiva vinnulívsfelagið í Føroyum, og hann segði eisini at nógv av tiltøkunum sum Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri eru fakliga sera áhugaverd.

Niels tosaði út frá yvirskriftini “Hvar bleiv vinnupolitikkurin av?”. Men segði fyrst eitt sindur um hvat ein vinnupolitikkur er. Ein vinnupolitikkur er ein politikkur um hvussu vit gera politikk, tvs. nakrar grundreglur fyri hvat vit kunnu gera og ikki kunnu gera. Við einum orðaðum vinnupolitikki samtykkir landstýrið at halda seg til nøkur ávís prinsipp í førda politikkinum, t.d. í sambandi við lógaruppskot, gjøld og skattir. Tað ger so at fjølmiðlar, vinnufeløg, fyritøkur og arbeiðsgevarafelagið kunn fylgja við í tí sum gjørt verður, og kunna siga frá um okkurt ikki er í tráð við vinnupolitikkin.

Fyrsti vinnupolitikkurin bleiv liðugt orðaður í 1999, tað var aftaná kreppuna at vinnulívsfólk, politikarar og embætisfólk settu seg niður og hugsaðu nakrar tankar um hvussu til bar at tryggja seg ímóti at enda í eini líknandi kreppu aftur. Í vinnupolitikkinum stóð millum annað at: “Almenna uppgávan er at tryggja stabilar karmar, ið eru grundarlag fyri vinnuligum framburði og harvið búskaparligum vøkstri”. Stabilar karmar tað er tað sum er umráðandi, at politikarar spyrja hvussu kunnu vit skapað teir bestu karmarnar fyri føroyskt vinnulív? Og ikki bert hyggja eftir hvussu vinnulívið kann fíggja bæði eitt og annað. Vinnan skal hava “rúm, ræsir og frið at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum” sambært hugsjónini aftanfyri vinnupolitikkin. Tað vil siga at umstøðurnar hjá tí váðafúsa skulu verða so góðar sum møguligt.

Tað eru nú nærum 20 ár síðani fyrsti vinnupolitikkurin bleiv orðaður og er hann framvegis viðkomandi. Men brúk er fyri at viðlíkahalda og dagføra politikkin av og á, tí at grundreglur hava tað við at glíða um ikki tær verða endurskoðaðar. Hetta er eisini umráðandi fyri at politikarar skulu føla ognarskap fyri politikkinum. Tí um tað er ein gamal politikkur so føla politikararnir seg ikki líka bundnar av honum, sum teir gera um teir sjálvir hava verið við til at hugsa tankarnar ígjøgnum. Dømi uppá at politikarar ikki hugsa vinnupolitiskt í dag er t.d. krøv um at man skal virka í ávísum pørtum av landinum, og tað at eitt alment tunnilslið skal inn at gera uppgávur, sum tað privata saktans kann gera.

Kappingarførið og vinnupolitikkur er øgiliga tætt knýtt saman. Kappingarførið er eitt mát fyri, hvussu væl vit klára at selja okkara vørur í kapping við onnur. Tann smali týdningurin av kappingarførinum er: “Framleiðslukostnaður (løn) í mun til produktivitet, samanborið við útlandið”. Hvussu kunnu vit blíva meira produktiv? Tað er nakað sum vinnupolitikkurin kann hjálpa til við, við at menna starvsfólkini soleiðis at tey framleiða fleiri og betur vørður, samanborið við tey sum vit kappast við. Í Føroyum mangla vit hagtøl fyri útgoldnar lønir, tí er ringt hjá okkum at fylgja við hvussu kappingarførið er í mun til aðrastaðni, og vit mangla tí eisini tøl fyri hvussu produktiv vit eru. Føroya Arbeiðsgevarafelag arbeiðir í løtuni, saman við Hagstovuni, uppá at framleiða hesi tøl so vónandi verður hetta betur í framtíðini.

Tann breiði týdningurin av kappingarførinum er: “Hvussu skapa vit sum heild bestu karmarnar fyri vinnulívið?” Tað er við at føra góðan vinnupolitikk, so umstøðurnar hjá verandi vinnum gerast so góðar sum møguligt, og áhugin fyri at stovna egna fyritøku gerst alsamt vaksandi. World Economic Forum hevur gjørt ein frymil til at máta kappingarførið í breiðari merking, og hava Føroyar tvær ferðir máta kappingarførið eftir hesum frymli, í 2009 og í 2017. Úrslitið av kanningini fyri 2017 sæðst her. Í 2009 lá Føroyar nr. 79 av 135 londum og í 2017 vóru vit nr. 38. Sjálvt um vit eru gingin nógv fram, so eru vit enn aftast av øllum norðurlondunum, sum eru tey mest uppløgdu at samanbera okkum við. Tað sum vinnulívsleiðarar mettu vóru størstu forðingarnar fyri at reka virksemi í dag, vóru politiskur óstabilitetur, tung almen umsiting og óstabilitetur í Landstýrinum. Nakað av tí jaliga sum kom fram í kanningini var at í Føroyum hava vit rímiliga greiðar og fleksiblar reglur á arbeiðsmarknaðinum og eina einfalda skattasskipan.

Niels endaði við at siga, at tað hevði verið sera spennandi at hoyrt frá vinnulívinum í Eysturoynni, um hvussu nøkur av hesum tingunum kundu verið gjørd betur og hvat skal takast við fyri at seta ferð á arbeiði at gera ein nýggjan vinnupolitikk.