EVF

EVF skipar fyri ymiskum tiltøkum gjøgnum árið.

Tey føstu afturvendandi tiltøkini eru hesi:

  1. Aðalfundur: Vanliga í januar mánaða. Limafyritøka í EVF er vertur.
  2. Árligi EVF Fundurin, har politikkarar og vinnan í Eysturoy hittast til framløgur og kjak. Vanliga er ein kommuna í Eysturoynni vertur fyri árliga vinnufundinum.
  3. Vinnuting: Hesi eru 1 ferð um kvartalið, og verða tí hildin 4 ferðir árliga. Vinnutingini verða vanliga hildin fríggjadagar seinnapart 15.00 - 16.30. Til hesi tiltøk er ein limafyritøka í EVF vertur.

Limir í EVF hava ókeypis atgongd til hesi føstu afturvendandi tiltøk.

EVF kann eisini skipa fyri øðrum tiltøkum, sum felagið metir verða áhugaverd at skipa fyri. Eitt dømi um slíkt tiltak er ráðstevnan um flatskatt, har felagið hevði fingið Estiska fíggjarmálaráðharran til Føroyar at tosað um evnið. Hetta tiltakið varð hildið í 2011, og var allarhelst ein viðvirkandi orsøk til føroysku skattaskipanina, sum seinni sá dagsins ljós. Eitt annað dømi er fokusið sum felagið hevur valt at seta á hvønn týdning eitt gott kappingarføri hevur fyri føroyska samfelagið, fyri fólkið sum býr í landinum og fyri føroyska vinnulívið. Og hvørjar avleiðingar eitt vánaligt kappingarføri hevur.